Gerðabók: Vinnunevndin

Fundur 2/2020

Vinnunevndin

Ár 2020, hósdagin hin 8. oktober, kl. 09:06, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Anna Rein og Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. Gerðabøkur

    Gerðabókin varð útsett til komandi fund.

  2. LM-004/2020 Uppskot til samtyktar um at tryggja ókeypis og lætta atgongd til grundleggjandi bankatænastur
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-017/2020 Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)


    Kl. 10.35 kom Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, á fund saman við embætisfólki sínum Herálvi Joensen, aðalstjóra, Pól Edvard Egholm, deildarstjóra, og Søren Pram Sørensen, ráðgeva, saman við umboðum fyri Skráseting Føroya, Jógvani Thomsen, stjóra, Súsannu Leo, deildarstjóra, og Jóhan Troest Davidsen, fulltrúa.


    Tey fóru av fundi 11.00.

  4. LM-022/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)


    Kl. 9.10 kom umboð fyri farsóttanevndina, Michael Boolsen, formaður, á fund.

    Hann fór av fundi kl. 9.30.


    Kl. 9.30 kom Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á fund saman við Sjúrði Rasmussen, løgfrøðiligum ráðgeva.

    Teir fóru av fundi kl. 10.05.


    Kl. 10.05 kom Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, á fund saman við embætisfólki sínum Herálvi Joensen, aðalstjóra, Pól Edvard Egholm, deildarstjóra, og Søren Pram Sørensen, ráðgeva.

    Teir fóru av fundi kl. 10.35.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 20.10.2020, kl. 09:00, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-004/2020 - Uppskot til samtyktar um at tryggja ókeypis og lætta atgongd til grundleggjandi bankatænastur
  3. LM-017/2020 - Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
  4. LM-022/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild hjá landsstýrismanninum at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri COVID-19 smittuspjaðing)

Fundurin lokin kl. 11:55