Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 8/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2020, týsdagin hin 3. november, kl. 09:34, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-026/2020 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigheder m.m.)

    Kl. 9.45 kom Jonna Sjúrðaberg, formaður í tannlæknafelagnum, á fund. Hon fór av fundi kl. 10.00.

    Kl. 10.05 kom Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, á fund. Hann fór av fundi kl. 10.20.

  2. LM-027/2020 Uppskot til samtyktar um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur.

    Kl. 11.50 komu frá Barnaverndarstovuni, Oddbjørg Balle, leiðari, og Anna Dam, løgfrøðingur, á fund. Tær fóru av fundi kl. 12.15.

    Kl. 13.05 komu vegna Felagið Barnarættindi, Dávid Christiansen og Sveinur Tróndarson, á fund. Teir fóru av fundi kl. 13.20.

    Kl. 13.20 komu vegna Landsfelagið Børn og samvera, Róhild Winther, forkvinna, Súsanna Madsen, nevndarlimur og Oda Strøm, limur í felagnum, á fund. Tær fóru av fundi kl. 13.40.

    Kl. 13.40 komu vegna LGBT, Bartal Nolsøe Poulsen, nevndarlimur og Siri S. Hansen, nevndarlimur, á fund. Tey fóru av fundi kl. 13.55.

    Kl. 14.00 kom landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, á fund, saman við Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, og umboðum frá Gigni, Elin Ziska, fakligum stjóra, og Hervør Jacobsen, heilsufrøðingi. Tey fóru av fundi kl. 14.20.

    Kl. 14.25 kom Landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á fund saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, og Elsu Magnussen, fulltrúa, og frá Familjufyrisitingini Monicu Hjelm Rasmussen, stjóra. Tey fóru av fundi kl. 14.45.

  3. LM-031/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)

    Kl. 10.30 komu vegna Fakfelagssamstarvið, Súni Selfoss, formaður, og Ann Ellingsgaard, skrivari, á fund. Harafturat var Sonja Jógvansdóttir, frá Samtaki við á fundi, umvegis video. Tey fóru av fundi kl. 11.05. 

    Kl. 11.05 kom Regin Berg, á fund. Hann fór av fundi kl. 11.25.

    Kl. 14.45 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á fund, saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra og Hera Petersen, fulltrúa, og frá Almannaverkinum, Halli Thomsen, viðskiftastjóra. Tey fóru av fundi kl. 15.20.

  4. LM-032/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)

    Kl. 10.30 komu vegna Fakfelagssamstarvið, Súni Selfoss, formaður og Ann Ellingsgaard, skrivari, á fund. Harafturat var Sonja Jógvansdóttir, frá Samtaki við á fundi, umvegis video. Tey fóru av fundi kl. 11.05. 

    Kl. 14.45 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á fund, saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra og Hera Petersen, fulltrúa, og frá Almannaverkinum, Halli Thomsen, viðskiftastjóra. Tey fóru av fundi kl. 15.20.

  5. LM-033/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)

    Kl. 10.30 komu vegna Fakfelagssamstarvið, Súni Selfoss, formaður, og Ann Ellingsgaard, skrivari, á fund. Harafturat var Sonja Jógvansdóttir frá Samtaki við á fundi, umvegis video. Tey fóru av fundi kl. 11.05. 

    Kl. 11.30 komu frá MFS, Karla Neslíð, varaforseti, og Ásvør Lognberg, skrivstovufólk, á fund. Tær fóru av fundi kl. 11.40.

    Kl. 14.45 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á fund, saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra og Hera Petersen, fulltrúa, og frá Almannaverkinum, Halli Thomsen, viðskiftastjóra. Tey fóru av fundi kl. 15.20.

  6. LM-037/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting um hjálparráð)

    Kl. 10.05 kom Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, á fund. Hann fór av fundi kl. 10.20.

    Kl. 10.30 komu vegna Fakfelagssamstarvið, Súni Selfoss, formaður, og Ann Ellingsgaard, skrivari, á fund. Harafturat var Sonja Jógvansdóttir frá Samtaki við á fundi, umvegis video. Tey fóru av fundi kl. 11.05. 

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 15:23