Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 9/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2020, týsdagin hin 24. november, kl. 09:48, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-027/2020 Uppskot til samtyktar um felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur

    Kl. 10.20 kom Martin Drangberg á fund. Hann fór av fundi kl. 10.40.

  2. LM-031/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Broytt tillagað starv, nýggj javning o.a.)

    Málið varð viðgjørt.

  3. LM-032/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Arbeiðsgevarapartur longdur)

    Málið varð ikki viðgjørt.

  4. LM-033/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a (Lestrarstuðul frádrigin í fyritíðarpensjón)

    Málið varð viðgjørt.

  5. LM-037/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Eftirbataheim verður strikað, hækking av heilsutrygdargjaldi úr 0,60% til 0,70%, broyting av tilskotsstiganum og broyting um hjálparráð)

    Málið varð viðgjørt.

  6. LM-048/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin)

    Kl. 09.45 komu frá Barnaverndarstovuni, Oddbjørg Balle, leiðari, og Anna Dam, løgfrøðingur, á fund. Tær fóru av fundi kl. 10.00.

    Kl. 10.00 komu vegna Fosturforeldrafelagið, Hjalti Hermanson Dalheim, formaður, og Randfríð Skorheim Sørensen, skrivari, á fund. Tey fóru av fundi kl. 10.20.

    Kl. 10.45 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á fund, saman við embætisfólkum sínum, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, Poulu Lervig, fulltrúa, Elsu Magnussen, fulltrúa, og Barbaru Álvsdóttir Thomsen, fulltrúa. Og frá Almannaverkinum, Eyðvør Mortensen, deildarleiðara, og Elin Debes, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 11.05.

  7. LM-049/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Broyting í heitinum, innsetan av veitingum og tekniskar broytingar)

    Kl. 10.45 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á fund, saman við embætisfólkum sínum, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, Poulu Lervig, fulltrúa, Elsu Magnussen, fulltrúa, og Barbaru Álvsdóttir Thomsen, fulltrúa. Og frá Almannaverkinum, Eyðvør Mortensen, deildarleiðara, og Elin Debes, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 11.05.

  8. LM-050/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Heimild at leggja tilmæli fyri tvingsilsnevnd um tryggjaðar búfyrskipanir til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og heimild til tvingsilsnevndina at áseta gildistíð fyri tryggjaðar búfyriskipanir)

    Kl. 10.45 kom landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, á fund, saman við embætisfólkum sínum, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, Poulu Lervig, fulltrúa, Elsu Magnussen, fulltrúa, og Barbaru Álvsdóttir Thomsen, fulltrúa. Og frá Almannaverkinum, Eyðvør Mortensen, deildarleiðara, og Elin Debes, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 11.05.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 11:52