Gerðabók: Fíggjarnevndin

Fundur 19/2020

Fíggjarnevndin

Ár 2020, hósdagin hin 10. desember, kl. 09:15, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-029/2020 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2021

    Málið varð viðgjørt.

  2. LM-030/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild, svartkjafti og botnfiski í 2018, 2019 og 2020 og botnfiski í Barentshavinum í 2020
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-057/2020 Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2019
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-061/2020 Uppskot til løgtingslóg um fíggjarligan stuðul til nýggjan Fjøruveg í Runavík

    Kl. 9.20 komu fyri Tórshavnar kommunu Annika Olsen, borgarstjóri, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, og Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, á fund.

    Tey fóru av fundi kl. 9.55.


    Gjørt varð av at skriva álit.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 11.12.2020, kl. 09:00.

Fundurin lokin kl. 11:00