Gerðabók: Trivnaðarevndin

Fundur 19/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 16. mars, kl. 09:13, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Rannvá Sólheim

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-064/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Víðkan av stýri, heimild at útvega lutaíbúðir, heimild at veita ráðgeving um alternativar byggihættir, økt lánsheimild til bústaðabygging, heimild at stovna partafelag o.a.)

    Álit verður skrivað.

  2. LM-079/2020 Uppskot til samtyktar um økissálarfrøði

    Kl. 9.25 komu vegna Sinnisbata, Laura Apol, aðalskrivari, og Oda Jóhansdóttir, nevndarlimur, á fund. Tær fóru av fundi kl. 9.45.

    Kl. 9.45 kom Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, á fund. Hann fór av fundi kl. 10.00.

  3. LM-089/2020 Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Ferðaútreiðslur í sambandi við samveru í sambandi við uppihald á stovni uttanlands)

    Málið varð viðgjørt. Avgjørt varð at skriva álit.

Fundurin lokin kl. 10:16