Gerðabók: Trivnaðarnevndin

Fundur 20/2020

Trivnaðarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 23. mars, kl. 09:22, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-079/2020 Uppskot til samtyktar um økissálarfrøði

    Kl. 9.20 komu vegna Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar Annika Davidsen, forkvinna, og Sára Petursdóttir Rasmussen, kassameistari. Tær fóru av fundi kl. 9.40.


    Kl. 9.40 komu Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, á fundin, og kl. 10.00 komu Elsa Maria Holm Olsen, stjóri fyri gymnasialt miðnámi á Glasi, og Rigmor Napoleonsdóttir Arge, umboðandi sálarfrøðiligu tænastuna á Glasi.

    Tey fóru av fundi kl. 10.20.


    Kl. 12.00 kom Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, á fund saman við Turid Arge, aðalstjóra, Margit Stórá, varastjóra á Landssjúkrahúsinum, Súsannu Reinert Petersen, yvirlækna í Barna- og ungdómspsykiatriini og Camilla Henanger, deildarleiðara. Tey fóru av fundi kl. 12.20.

  2. LM-109/2020 Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed (Autorisation af osteopater, ambulancebehandlere og behandlerfarmaceuter, ændring af tandlægers og kiropraktorers virksomhedsområder samt forbud mod konstruktion af en kunstig hymen)

    Kl. 10.30 komu Anne Mette Greve Klementsen, forkvinna í Etiska Ráðnum, og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, skrivari á fundin. Tey fóru av fundi kl. 10.40.

  3. LM-110/2020 Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om videnskabsetisk behandling af sundhedsvidenskabelige forskningsprojekter (Styrkelse af borgernes tryghed og tillid til sundhedsforskning, transplantationsrelateret forskning, habilitetskrav, forsøgsdata fra afdøde)

    Kl. 11.00 komu Jens Andreassen, formaður, og Oluf Færø, næstformaður í Vísindasiðseminevndini á fundin. Teir fóru av fundi kl. 11.15.

  4. LM-111/2020 Uppskot til Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden af forskellige love om ændring af sundhedsloven (Oprettelse af en behandlingstestamenteordning, selvbestemmelse over biologisk materiale og genetiske oplysninger, videregivelse af patientoplysninger m.m.)

    Kl. 11.20 kom Rói á Kósini, næstformaður í Læknafelagnum á fundin. Hann fór av fundi kl. 11.30.


    Kl. 11.40 kom Lars Fodgaard Møller, landslækni á fundin. Hann fór av fundi kl. 11.50

  5. LM-120/2020 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung (Hækka aldurin upp til 18 ár)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-121/2020 Uppskot til samtyktar um at áseta hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-124/2020 Uppskot til samtyktar um at seta eitt talsfólk á brekøkinum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-128/2020 Uppskot til samtyktar um samanhangandi tænastuveitingar frá tí almenna
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:30