Gerðabók: Fíggjarnevndin

Fundur 6/2021

Fíggjarnevndin

Ár 2021, hósdagin hin 28. oktober, kl. 09:15, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-011/2021 Uppskot til løgtingslóg um at minka burtur donsku ríkisveitingina til Føroya
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-016/2021 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2022

    Málið varð viðgjørt.

  3. LM-019/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021

    Kl. 10.30 kom landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, saman við embætisfólkum sínum Rógva Reinert, aðalstjóra, og Hans Alberti Hansen, fíggjarfulltrúa, og fyri Vørn Óla Hans Olsen, stjóra, á fund.

    Kl. 10.40 fór Óli Hans Olsen av fundi og á fund komu fyri Havstovuna Eilif Gaard, stjóri, og Annfinn Hjelm, umsitingarleiðari.

    Landsstýrismaður við embætisfólki og umboðum fyri Havstovuna fóru av fundi kl. 11.00

  4. LM-022/2021 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri oktober 2021-2
    Málið varð ikki viðgjørt.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 11:05