Gerðabók: Trivnaðarnevndarfundur

Fundur 5/2021

Trivnaðarnevndin

Ár 2021, týsdagin hin 9. november, kl. 08:42, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-025/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19 og dagpeningur vegna smittu ella sóttarhald hjá børnum)

    Landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, Hera Petersen, virkandi deildarstjóra í Almannamálaráðnum, og Eyðvør Mortensen og Palla Mortensen frá Almannaverkinum, møttu á fundi kl. 9.00. Fóru av fundi kl. 9.15.


    Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, møttu á fundi kl. 9.20. Fóru av fundi kl. 9.30.


    Fyri Samtak møttu Sonja Jógvansdóttir, samskipari, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og Elisa Vang, samskiftisfólk, kl. 9.40. Fóru av fundi kl. 9.50.


    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.


    Gerðabókin fyri fund 23/2020 varð góðkend á fundinum.

  2. LM-026/2021 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar (Broyting í útrokning av javingarprosenti)

    Landsstýrismaðurin í almannamálum, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, saman við Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóra, Hera Petersen, virkandi deildarstjóra í Almannamálaráðnum, og Eyðvør Mortensen og Palla Mortensen frá Almannaverkinum, møttu á fundi kl. 9.00. Fóru av fundi kl. 9.15.


    Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Jórun Gardar, ráðgevi í Vinnuhúsinum, møttu á fundi kl. 9.20. Fóru av fundi kl. 9.30.


    Fyri Samtak møttu Sonja Jógvansdóttir, samskipari, Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag og Elisa Vang, samskiftisfólk, kl. 9.40. Fóru av fundi kl. 9.50.


    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 16.11.2021, kl. 09:15, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-013/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar)
  3. LM-014/2021 - Uppskot til samtyktar um at dagføra rættargangslógina (Sammóðir)
  4. LM-015/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser (Sammóðir)
  5. LM-018/2021 - Uppskot til samtyktar um heildarætlan um at tryggja nøktandi vælferðartænastur í framtíðini
  6. LM-024/2021 - Uppskot til løgtingslóg um framtíðarfulltrú

Fundurin lokin kl. 10:19