Gerðabók: 2. fíggjarnevndarfundur

Fundur 2/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2023, hósdagin hin 19. oktober, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-010/2023 Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan

    Kl. 9.40 kom á fund landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, saman við embætisfólkum sínum Turid Arge, aðalstjóra, og Selmu Davidsen, fulltrúa, og fyri Landsverk Sigurdi Lamhauge, stjóra, Sigurði Ó. Vang, deildarleiðara, Verkætlanardeildin, og Erlu Wintereig, fulltrúa, Verkætlanardeildin.

    Tey fóru av fundi kl. 10.25.

    Málið varð umrøtt og gjørt varð av at skriva álit.

  2. LM-011/2023 Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-015/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-017/2023 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-018/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-019/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Barnafrádráttur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-020/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2023 (heystumfarið)

    Kl. 10.25 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við embætisfólkum sínum Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og Oystein Sørensen, fulltrúa, og fyri Undirvísingarstýrið Hjalmari Hansen, stjóra, og fyri Gjaldstovuna harundir KT-Landsins Leif Abrahamsen, stjóra.

    Stjórin á Gjaldstovuni fór av fundi kl. 10.45.

    Landsstýrismaðurin, embætisfólk hansara og stjórin í Undirvísingarstýrinum fóru av fundi kl. 10.50.

Fundurin lokin kl. 11:00