Gerðabók: 3. fíggjarnevndarfundur

Fundur 3/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 24. oktober, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-010/2023 Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-011/2023 Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-015/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-017/2023 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-018/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-019/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Barnafrádráttur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-020/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2023 (heystumfarið)

    Kl. 9.40 kom á fund landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, saman við embætisfólki sínum Atla Eiriksson, fulltrúa, og fyri Landsverk Sigurði Lamhauge, stjóra, og Dan Sofus Højgaard, deildarleiðari, infrakervi.

    Umboðini fyri Landsverk fóru av fundi kl. 9.53, tá á fund kom stjórin á Strandferðsluni, Niels Juel Arge.

    Landsstýrismaður við embætisfólki og stjórin fyri Strandferðsluna fóru av fundi kl. 10.10.


    Kl. 10.20 kom á videofund úr Kina landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, saman við stjóranum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárði Enni. Fundurin vardi til kl. 10.40.


    Kl. 10.45 kom á fund landsstýriskvinnan í heilsumálum Margit Stórá, saman við embætisfólkum sínum Turid Arge, aðalstjóra, og Selmu Davidsen, fulltrúa, og fyri Sjúkrahúsverkið Steinari Eirikstoft, stjóra á Landssjúkrahúsinum, og Alexandru á Dul, stjóra á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

    Tey fóru av fundi kl. 11.15.


    Kl. 11.15 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við embætisfólkum sínum Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, og Birnu Steingrímsdóttir, fulltrúa, og fyri Almannaverkið Høgna Olsen, fíggjarstjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 11.40.


    Kl. 11.45 kom á fund landstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra,

    Nicolai Mohr Balle, verkætlanarstjóra fyri Talgildu Føroyar og Leif Abrahamsen, stjóra á Gjaldstovuni.

    Umboðini fyri Talgildu Føroyar og Gjaldsstovuna fóru av fundi kl. 12.00.

    Landsstýriskvinna og aðalstjóri fóru av fundi kl. 12.15.

  8. LM-032/2023 Uppskot til samtyktar um flyting av ætlaðu niðurlagingini av ríkisveitingini til P/F Suðuroyartunnil
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. Forkvinnan boðaði frá, at næsti fundur verður 26.10.2023, kl. 09:30.

Fundurin lokin kl. 12:15