Gerðabók: 5. mentanarnevndarfundur

Fundur 5/2023

Mentanarnevndin

Ár 2023, mikudagin hin 25. oktober, kl. 09:30, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-026/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Góðkenning av flutningsskipanum og landskassastudningur til útreiðslur av góðkendum flutningsskipanum verða strikað)

    Kl. 9.40 komu á fund fyri Kommunufelagið Torbjørn Jacobsen, formaður, Eyðun Christiansen, stjóri, og Hans Kári Vang, fulltrúi.

    Teir fóru av fundi kl. 10.05


    Kl. 11.20 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Djóna Højgaard, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 11.45.


    Kl. 13.15 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við Elsu Østergaard, deildarstjóra, og Oystein Sørensen, fíggjarfulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 13.25.

  2. LM-027/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar (Broyting í áseting um lønarendurgjald til lærupláss)

    Kl. 10.05 komu á fund fyri Handverksmeistarafelagið Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Marius Thomassen, ráðgevi.

    Teir fóru av fundi kl. 10.30.


    Kl. 10.30 kom á fund landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, saman við Astrid Reinert Øregaard, fulltrúa.

    Tær fóru av fundi kl. 10.50.


    Kl. 11.20 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Djóna Højgaard, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 11.45.


    Kl. 12.55 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við Elsu Østergaard, deildarstjóra, Oystein Sørensen, fíggjarfulltrúa, og Janus á Ryggi, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 13.15.

  3. LM-028/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Broyting í javning av stuðulsupphæddum)

    Kl. 10.55 komu á fund fyri MFS Rúni Jónsson Johansen, og fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetrinum, Poul Kjartan Matras, næstformaður.

    Teir fóru av fundi kl. 11.10.


    Kl. 11.20 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Djóna Højgaard, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 11.45.


    Kl. 12.40 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við Elsu Østergaard, deildarstjóra, og Oystein Sørensen, fíggjarfulltrúa, og Jørgeni Meitilberg, varastjóra í Undirvísingarstýrinum og leiðara fyri Studni.

    Tey fóru av fundi kl. 12.55.

  4. Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 01.11.2023, kl. 09:30.

Fundurin lokin kl. 13:25