Gerðabók: 4. fíggjarnevndarfundur

Fundur 4/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2023, hósdagin hin 26. oktober, kl. 09:35, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-010/2023 Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-011/2023 Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík

    Kl. 9.40 komu á fund fyri sjálvsognarstovnin Føroya Arena Heðin Mortensen, nevndarformaður, og Jógvan Emil Nielsen, skrivari.

    Teir fóru av fundi kl. 10.15.


    Kl. 10.15 kom á fund fyri Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen, borgarstjóri.

    Hann fór av fundi kl. 10.25.


    Kl. 10.25 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við embætisfólkum sínum Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, Birnu Steingrímsdóttir, fulltrúa, og Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 10.40.


    Málið varð umrøtt og gjørt varð av at skriva álit.

  3. LM-015/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)

    Kl. 10.45 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Bjarna Askham Bjarnasson, aðalstjóra, og Tórir Michelsen, fulltrúa, og fyri TAKS Birtu Biskopstø, deildarstjóra, og Poulu á Líðarenda, deildarstjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 11.05.

  4. LM-017/2023 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024

    Nevndin býtti økini í fíggjarlógini sínámillum:


    § 1 Løgting: Eyðgunn Samuelsen

    § 2 Løgmansfyrisiting: Eyðgunn Samuelsen

    § 3 Fíggjarmál: Magnus Rasmussen

    § 5 Fiskivinnu- og samferðslumál: Bjarni Hammer

    § 6 Uttanríkis- og vinnumál: Beinir Johannesen

    § 7 Barna- og útbúgvingarmál: Eirikur í Jákupsstovu

    § 11 Heilsumál: Magnus Rasmussen og Steffan Klein Poulsen

    § 12 Almanna- og mentamál: Hanna Jensen

    § 14 Lógarmál: Steffan Klein Poulsen

    § 18 Umhvørvismál: Eirikur í Jákupsstovu

  5. LM-018/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-019/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Barnafrádráttur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-020/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2023 (heystumfarið)

    Málið varð umrøtt og gjørt varð av at skriva álit.

  8. LM-032/2023 Uppskot til samtyktar um flyting av ætlaðu niðurlagingini av ríkisveitingini til P/F Suðuroyartunnil
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. Forkvinnan boðaði frá, at næsti fundur verður 31.10.2023, kl. 09:30

Fundurin lokin kl. 11:35