Gerðabók: 5. fíggjarnevndarfundur

Fundur 5/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 31. oktober, kl. 09:40, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-010/2023 Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-011/2023 Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at byggja stórhøll í Hoyvík
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-015/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-017/2023 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024

    Málið varð viðgjørt, og spurningar orðaðir til at senda landsstýrinum.

  5. LM-018/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Framskundað stigvíst virðisgjald fyri ravmagnsbilar og vetnisbilar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-019/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Barnafrádráttur til sendifólk og umskipaður pensjónistafrádrátttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-020/2023 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2023 (heystumfarið)

    Málið varð umrøtt.

  8. LM-032/2023 Uppskot til samtyktar um flyting av ætlaðu niðurlagingini av ríkisveitingini til P/F Suðuroyartunnil
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. Forkvinnan boðaði frá, at næsti fundur verður 02.11.2023, kl. 09:30

Fundurin lokin kl. 12:00