Gerðabók: 6. rættarnevndarfundur

Fundur 6/2023

Rættarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 7. november, kl. 09:33, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-007/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v. (Indførelse af fodlænke- og udstationeringsordning på Færøerne)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at seta landsstýrismanninum í lógarmálum spurningar um uppskotið.

  2. LM-016/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om Straffeloven (Revsilógin) (Innleiðandi ásetingar, vanligar treytir fyri at nýta revsirættarligu ásetingarnar, treytir fyri revsingarbæri, brotsroynd og viðvirkan, revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar, revsingarnar, treytað fongsulsrevsing, samfelagstænasta, aðrar rættarfylgjur av teirri revsiverdu gerðini, at áseta revsing og uppathald av rættarfylgjum av teirri revsiverdu gerðini)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-029/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Hækkan av hámarksupphædd)

    Kl. 10.00 kom Páll Nolsøe, formaður í Akademikarafelag Føroya, á fundin saman við Ingibjørg Berg, aðalskrivara.

    Tey fóru av fundinum kl. 10.20.


    Kl. 10.30 kom landsstýriskvinnan í Umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, á fundin saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra, og Astrid Reinert Øregaard, fulltrúa. Á fundinum luttóku eisini umboð fyri Barsilsskipanina.

    Landsstýriskvinnan og embætsfólkini fóru av fundinum kl. 11.00.


    Málið varð umrøtt.

  4. LM-033/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin) (Samverusjikana, ferðing í sambandi við samveru, ókeypis advokatumboðan og aðrar broytingar)

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera innkallngar í málinum.

Fundurin lokin kl. 11:00