Gerðabók: 7. rættarnevndarfundur

Fundur 7/2023

Rættarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 14. november, kl. 09:33, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-007/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf m.v. (Indførelse af fodlænke- og udstationeringsordning på Færøerne)

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-016/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om Straffeloven (Revsilógin) (Innleiðandi ásetingar, vanligar treytir fyri at nýta revsirættarligu ásetingarnar, treytir fyri revsingarbæri, brotsroynd og viðvirkan, revsiábyrgd fyri løgfrøðiligar persónar, revsingarnar, treytað fongsulsrevsing, samfelagstænasta, aðrar rættarfylgjur av teirri revsiverdu gerðini, at áseta revsing og uppathald av rættarfylgjum av teirri revsiverdu gerðini)

    Bjarni K. Petersen, landsstýrismaðurin í lógarmálum kom á fundin kl. 10.25 saman við Nellu Festirstein, aðalstjóra, og Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúa.

    Landsstýrismaðurin fór av fundinum kl. 10.55.

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  3. LM-029/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Hækkan av hámarksupphædd)

    Umboðandi Føroya Arbeiðsgevarafelag komu Jórun Gardar, ráðgevi og varastjóri, og Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi, á fundin kl. 9.40.

    Tær fóru av fundinum kl. 10.00.


    Umboðandi Javnstøðunevndina kom Bjørk Maria Kunoy, forkvinna, á fundin kl. 10.00 saman við Gunnhild Persson og Jógvan Philbrow, nevndarlimum og Brandi Mortensen Nolsøe, skrivara.

    Tey fóru av fundi kl. 10.25.


    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  4. LM-033/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin) (Samverusjikana, ferðing í sambandi við samveru, ókeypis advokatumboðan og aðrar broytingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-045/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Um kynsliga avnoyðslu og lokking)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:00