Gerðabók: 8. rættarnevndarfundur

Fundur 8/2023

Rættarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 21. november, kl. 09:49, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-029/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Hækkan av hámarksupphædd)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-033/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin) (Samverusjikana, ferðing í sambandi við samveru, ókeypis advokatumboðan og aðrar broytingar)

    Anna Dam, løgfrøðingur, umboðandi Barnaverndarstovuna, kom á fundin kl. 10.00.

    Hon fór av fundinum kl. 10.20.


    Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, kom á fundin Kl. 10.25 saman við embætisfólkum sínum í Løgmálaráðnum Nellu Festirstein, aðalstjóra, og Elsu Magnussen, fulltrúa, og Monicu Hjelm Rasmussen, stjóra í Familjufyrisitingini.


    Landsstýrismaðurin fór av fundinum kl. 11.00.

  3. LM-045/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Um kynsliga avnoyðslu og lokking)

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

Fundurin lokin kl. 11:40