Gerðabók: 5. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 5/2023

Trivnaðarnevndin

Ár 2023, hósdagin hin 23. november, kl. 09:55, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-021/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av almannaveitingum (Hækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar)

    Nevndin skrivar álit í málinum

  2. LM-022/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Stuðul til bil broyttur til stuðul til serligan útbúnað til bil)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-023/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Frávik um stuðulsveiting til lesandi í útbúgvingaraldri strikað)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-024/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fleiri fráverudagar vegna sjúku afturrindast av arbeiðsgevara)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-025/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Heilivágsstigin verður broyttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-031/2023 Uppskot til samtyktar um setan av bygnaðarnevnd

    Fyri Búskaparráðið komu Fróði Magnussen, formaður, og Malan Óladóttir á Dunga, fulltrúi, og fyri Landsbankan komu Kári Petersen, ráðgevi, og Ester Hansen, fulltrúi, á fund kl. 10.15. Fóru av fundi kl. 10.45.

    Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag komu Jón Sigurdsson, formaður, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum og Alvi Hjelm, ráðgevi í Vinnuhúsinum, á fund kl. 10.45. Fóru av fundi kl. 11.00.

    Fyri Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya komu Unn Krákustein, forfólk, Ragnfríð Nord Anthoniussen, næstforfólk og skrivari, Hans Kári Vang, kassameistari og Hugo Lamhauge Hansen, nevndarlimur, á fund kl. 11.05. Fóru av fundi kl. 11.35.

    Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum Ruth Vang saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, komu á fund kl. 11.35. Fóru av fundi kl. 12.00

  7. LM-043/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Orkuískoyti til húski í 2024, 2025 og 2026)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:07