Gerðabók: 9. rættarnevndarfundur

Fundur 9/2023

Rættarnevndin

Ár 2023, týsdagin hin 28. november, kl. 09:32, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-033/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin) (Samverusjikana, ferðing í sambandi við samveru, ókeypis advokatumboðan og aðrar broytingar)

    Alfred Petersen, formaður í Advokatfelag Føroya, kom á fundin kl. 9.40 saman við Inga Højgaard og Duritu Djurhuus, nevndarlimum.

    Tey fóru av fundinum kl. 10.00.


    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  2. LM-045/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Um kynsliga avnoyðslu og lokking)

    Michael Boolsen, fúti, kom á fundin kl. 10.05.

    Hann fór av fundinum kl. 10.20.


    Djóni J. Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata, kom á fundin kl. 10.25.

    Hann fór av fundinum kl. 10.40.


    Umboðandi KRIS kom Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur & serútbúgvin kognitivur atferðarterapeutur á fundin kl. 10.45.

    Hann fór av fundinum kl. 11.00.


    Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum kom á fundin kl. 11.05 saman við Nellu Festirstein, aðalstjóra í Løgmálaráðnum og Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, fulltrúa.

    Landsstýrismaðurin fór av fundinum saman við embætisfólkunum kl. 11.40.


    Umboðandi RÓWT komu Magni Højgaard, leiðari, og Harriet Eyð Djurhuus, fulltrúi, á fundin kl. 11.40.

    Tey fóru av fundinum kl. 11.55.


    Ingmar Berg Mikkelsen, formaður í Brotsfrøðifelag Føroya kom á fundin kl. 12.00 saman við Mariu Reynstind, nevndarlimi.

    Tey fóru av fundinum kl. 12.15.


    Fundurin varð lagdur niður kl. 12.20 og tikin upp aftur kl. 13.


    Umboðandi SSP-Ráðgevingina kom Jákup av Skarði, SSP-ráðgevi á fundin kl. 13.05.

    Hann fór av fundinum kl. 13.20.


    Umboðandi Barnaverndarstovuna kom Oddbjørg Balle, leiðari, á fundin kl. 13.20.

    Hon fór av fundinum kl. 13.45.


    Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum kom á fundin kl. 13.45 saman við Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarstjóra og Onnu Katrin Matras, fulltrúa.

    Landsstýriskvinnan fór av fundinum saman við embætisfólkunum kl. 14.00.


    Umboðandi Kvinnuhúsið komu kl. 14.00 Winny í Pætursastovu, nevndarlimur í Kvinnuhúsgrunninum og Luciana Santos, nevndarlimur í Kvinnuhúsinum.

    Tær fóru av fundinum kl. 14.15.


    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 14:45