Gerðabók: 12. vinnunevndarfundur

Fundur 12/2023

Vinnunevndin

Ár 2023, mikudagin hin 29. november, kl. 10:04, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Durita Poulsen

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-030/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Leingja gildistíðina á rættindum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-048/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og om ophævelse af lov om finansiel stabilitet

    Fyri Felagið Peningastovnar møttu Jean Djurhuus, formaður, Høgni J. Høgnesen, løgfrøðingur, og Øssur Skeel Nolsøe, skrivari, á fundi kl. 10.15.

    Fóru av fundi kl. 10.25

    Kl. 10.55 møtti Kári Davidsen, advokatur á fundi. Fór av fundi kl. 11.20.

    Fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið møttu Johannes Pauli Poulsen, fulltrúi, saman við Jógvani Thomsen, stjóra í Tryggingareftirlitinum, og Gudmundi Nónstein, ráðgeva hjá Tryggingareftirlitinum, á fundi kl. 11.25. Fóru av fundi kl. 12.20.

    Málið varð viðgjørt.

  3. LM-047/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Broyting í brúkstreytini fyri at avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur, broyting í brúksskylduni á veiðiloyvi, fiskiloyvi, egnar fiskidagar og egnar kvotur, og broytt áseting um gildiskomu)

    Málið varð umrøtt.

Fundurin lokin kl. 12:50