Gerðabók: 13. vinnunevndarfundur

Fundur 13/2023

Vinnunevndin

Ár 2023, týsdagin hin 5. desember, kl. 09:25, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-030/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Leingja gildistíðina á rættindum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-047/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Broyting í brúkstreytini fyri at avhenda egnar fiskidagar og egnar kvotur, broyting í brúksskylduni á veiðiloyvi, fiskiloyvi, egnar fiskidagar og egnar kvotur, og broytt áseting um gildiskomu)

    Dennis Holm, landsstýrismaður, kom saman við Jens Helga Toftum, fulltrúa í Fiski- og samferðslumálaráðnum, Óla Hans Olsen, stjóra á Vørn og Jan Klein Olsen, løgfrøðingi á Vørn, á fund kl. 9.45. Fóru av fundi kl. 10.00.

    Nevndin skrivar álit í málinum

  3. LM-048/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om restrukturering og afvikling af visse finansielle virksomheder og om ophævelse af lov om finansiel stabilitet

    Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum, kom á fund kl. 10.00. Fór av fundi kl. 10.20.

    Fyri P/F Betri Banka komu Evy Jacobsen, forstjóri, og Høgni J. Høgnesen, løgfrøðingur, á fund kl. 10.20. Fóru av fundi kl. 10.50.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 10:59