Gerðabók: 21. fíggjarnevndarfundur

Fundur 21/2023

Fíggjarnevndin

Ár 2024, hósdagin hin 1. februar, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-054/2023 Uppskot til samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri 2022

    Kl. 10.05 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólki sínum Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðiligum ráðgeva, og fyri TAKS Poulu á Líðarenda, deildarstjóra, og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, saman við embætisfólkum sínum Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Unn Augustdóttir á Krákusteini, fulltrúa, og fyri Sjóvinnustýrið Hans Johannes á Brúgv, stjóra, og Gunnvá á Lofti, deildarleiðara.

    Tey fóru av fundi kl. 10.25.


    Kl. 10.25 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við embætisfólkum sínum Atla Suna Leo og Eli Christiansen, fulltrúum, og fyri Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið Elin Mortensen, aðalstjóra, og Atla Eiriksson, ráðgeva, og fyri Landsverk, Sigurdi Lamhauge, stjóra, og Marjun Thomassen, fíggjarleiðara.

    Tey fóru av fundi kl. 10.55.


    Kl. 10.55 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, saman við embætisfólkum sínum Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og Oystein Sørensen, fíggjarfulltrúa, og fyri Landsverk Sigurdi Lamhauge, stjóra, og Sigurði Ó. Vang, deildarleiðara.

    Umboðini fyri Landsverk fóru av fundi kl. 11.00.

    Landsstýrismaður við embætisfólkum fór av fundi kl. 11.15.


    Kl. 11.15 kom á fund landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, saman við embætisfólkum sínum Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, Selmu Davidsen, fulltrúa, og Sjúrði Simonsen, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 11.35.


    Kl. 11.40 kom á fund løgmaður, Aksel V. Johannesen, saman við embætisfólkum sínum John Rajani, løgmansstjóra, og Flóvini Eidesgaard, búskaparráðgeva.

    Teir fóru av fundi kl. 12.00.

  2. LM-055/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Grønar hitaloysnir, talgildir fjølmiðlar og talgild avgjaldsuppgerð)

    Kl. 9.45 kom á fund landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín Didriksen Strøm, saman við Anni á Hædd, ráðgeva, og fyri

    Umhvørvisstovuna, Kára Mannbjørn Mortensen, deildarleiðara.

    Kl. 9.50 kom á fund aðalstjórin Pól E. Egholm.

    Tey fóru av fundi kl. 9.55.

  3. Forkvinnan boðaði frá, at næsti fundur verður 8. februar 2024 kl. 9:30.

Fundurin lokin kl. 12:07