Gerðabók: 13. rættarnevndarfundur

Fundur 13/2023

Rættarnevndin

Ár 2024, týsdagin hin 20. februar, kl. 09:32, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-052/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne (ajourføring)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-059/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild og útlendsk fígging, o.a.)

    Umboðandi Áhugafelagið lutaíbúðir kom Hans J. Hermansen, formaður, á fundin kl. 9.30 saman við Randi Meitil, Sigurd Justinussen, Tóru Højgaard Joensen og Elin Hentze, nevndarlimum.

    Tey fóru av fundinum kl. 9.50.


    Gordon Rajani, stjóri í MARK kom á fundin kl. 9.55 saman við Birgir Dam Jacobsen.

    Teir fóru av fundinum kl. 10.15.


    Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, komu á fundin kl. 10.15.

    Teir fóru av fundinum kl. 10.35.


    Umboðandi Felagið Peningastovnar kom Jean Djurhuus, formaður, á fundin kl. 10.35 saman við Øssur Skeel Nolsøe, nevndarlimi.

    Teir fóru av fundi kl. 10.50.

     

  3. LM-062/2023 Uppskot til samtyktar um møguleikan at atkvøða talgilt

    Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

Fundurin lokin kl. 11:00