Gerðabók: 14. vinnunevndarfundur

Fundur 14/2023

Vinnunevndin

Ár 2024, mikudagin hin 21. februar, kl. 09:57, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-057/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping (Eftirlit við prísi við marknaðargreining og nágreining av prosessparti)

    Fyri Brúkaraumboðið komu Rannvá Sólheim, stjóri, Miriam Jacobsen, løgfrøðilesandi, og Tórunn Kruse, løgfrøðilesandi, á fund kl. 10.15. Fóru av fundi kl. 10.35.

    Fyri Vinnuhúsið kom Niels Winther, stjóri, á fund kl. 10.35. Fór av fundi kl. 10.50.

    Fyri bilasølurnar komu Ásfinnur Sigvardsen, formaður í bilasølufelagnum, og Marius Thomassen, ráðgevi í Vinnuhúsinum, á fund kl. 10.50. Fóru av fundi kl. 11.20

    Fyri Handverksmeistarafelagið komu Marius Thomassen, ráðgevi, Vinnuhúsið, Magnus Magnussen, formaður, og Petur Frank Joensen, næstformaður, á fund kl. 11.20. Fóru av fundi kl. 11.45.

    Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum Høgni Hoydal saman við Unn Krákustein, fulltrúa og Terja Sigurðsson, deildarstjóri á Kappingareftirlitinum og Sigurd Rasmussen, fulltrúi á Kappingareftirlitinum, komu á fund kl. 12.30. Fóru av fundi kl. 13.30

Fundurin lokin kl. 13:35