Gerðabók: 15. rættarnevndarfundur

Fundur 15/2023

Rættarnevndin

Ár 2024, týsdagin hin 27. februar, kl. 09:30, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-052/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne (ajourføring)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-059/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild og útlendsk fígging, o.a.)

    Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum Sirið Stenberg kom á fundin kl. 9.40 saman við Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, Jeanette E. Blåsvær, deildarstjóra, og Hera Petersen, fulltrúa.

    Landsstýriskvinnan fór av fundinum saman við embætisfólkunum kl. 10.

    Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  3. LM-062/2023 Uppskot til samtyktar um møguleikan at atkvøða talgilt

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

  4. LM-069/2023 Uppskot til samtyktar um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól

    Málið varð umrøtt. Nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.

Fundurin lokin kl. 10:40