Gerðabók: 14. rættarnevndarfundur

Fundur 14/2023

Rættarnevndin

Ár 2024, hósdagin hin 22. februar, kl. 09:36, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-052/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne (ajourføring)

    Málið varð ikki viðgjørt.

  2. LM-059/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild og útlendsk fígging, o.a.)

    Umboðandi Kommunufelagið komu Tórbjørn Jacobsen, stýrisformaður, og Heðin Mortensen, næstformaður, á fundin kl. 9.40 saman við Eyðun Christiansen, stjóra, Janus Haraldsen, løgfrøðingi, og Hans Kára Vang, búskaparfrøðingi.

    Teir fóru av fundi kl. 10.05.


    Teitur Samuelsen, formaður í stýrinum fyri Bústaðir, kom á fundin kl. 10.05 saman við Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóra, og Allan T. Skaalum, umsitingarleiðara.

    Tey fóru av fundinum kl. 10.25.


    Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, kom á fundin kl. 10.30 saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra, og Jóannes N. Dalsgaard, fulltrúa.

    Landsstýriskvinnan fór av fundinum saman við embætisfólkunum kl. 10.55.

  3. LM-062/2023 Uppskot til samtyktar um møguleikan at atkvøða talgilt

    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:00