Gerðabók: 8. Uttanlandsnevndarfundur

Fundur 8/2023

Uttanlandsnevndin

Ár 2024, týsdagin hin 16. apríl, kl. 10:05, var fundur í Uttanlandsnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Johnhard Klettheyggj

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-067/2023 Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2023

    Málið varð umrøtt.

    Kl. 11.00 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum á fund saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Gunnari Holm Jacobsen, deildarstjóra, Sveini Magnason, fulltrúa og Margrethu Jacobsen, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 11.45.

  2. LM-072/2023 Uppskot til samtyktar um arktiska politikk Føroya 2024

    Málið varð umrøtt.

    Kl. 11.00 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum á fund saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Gunnari Holm Jacobsen, deildarstjóra, Sveini Magnason, fulltrúa og Margrethu Jacobsen, fulltrúa. Tey fóru av fundi kl. 11.45.

  3. LM-073/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Ræðislógin) (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-074/2023 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om MitID og NemLog-in

    Avgjørt varð at gera eina innkalling afturat til næsta fund.

  5. LM-101/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Avmarka heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)

    Málið varð viðgjørt.

    Avgjørt varð at gera innkallingar til næsta fund.

  6. LM-113/2023 Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2023 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2023

    Kl. 10.25 kom Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í norðurlandamálum á fund við nevndina saman við Peturi Petersen, ráðgeva. Teir fóru av fundi kl. 11.00.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 23.04.2024, kl. 09:30, við hesi dagsskrá:

  1. Gerðabók
  2. LM-067/2023 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2023
  3. LM-072/2023 - Uppskot til samtyktar um arktiska politikk Føroya 2024
  4. LM-073/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Ræðislógin) (Yvirtøka av málsøkinum sjórættur)
  5. LM-074/2023 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om MitID og NemLog-in
  6. LM-101/2023 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina (Avmarka heimildir at áseta reglur um avmarkandi tiltøk)
  7. LM-113/2023 - Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2023 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2023

Fundurin lokin kl. 12:00