Gerðabók: 20. rættarnevndarfundur

Fundur 20/2023

Rættarnevndin

Ár 2024, mikudagin hin 24. apríl, kl. 09:00, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-062/2023 Uppskot til samtyktar um møguleikan at atkvøða talgilt
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-069/2023 Uppskot til samtyktar um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-088/2023 Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)

    Løgtingsmálini LM-088/2023 og LM-112/2023 vórðu viðgjørd undir einum.


    Kl. 9.10 komu Aksel Kambsskarð Berg, nevndarformaður í Mammuhjálpini og Rósa Tyril Gaardlykke, nevndarlimur á fundin.

    Tey fóru av fundi kl. 9.30.


    Kl. 09.30 komu Rebekka Fuglø Poulsen, forkvinna í Pro Vita og Nigro Bjarki Hermansen, nevndarlimur á fundin.

    Tey fóru av fundinum kl. 9.50.

     

    Kl. 09.50 komu umboðandi Frítt Val Pætur Weihe Simonsen, Elisa Vang og Gunnhild Persson á fundin.

    Tey fóru av fundi kl. 10.10.

     

    Kl. 10.15 kom Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD á fundin saman við Dánjal Højgaard, løgfrøðiligum ráðgeva.

    Tey fóru av fundinum kl. 10.40.

     

    Kl. 10.45 komu Rói á Kósini og Turid Holm Johannesen, nevndarlimir í Læknafelag Føroya á fundin.

    Tey fóru av fundinum kl. 11.05.

     

    Kl. 11.05 komu Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Jana Mortensen, forkvinna í Sjúkrarøktaretiska ráðnum á fundin.

    Tær fóru av fundinum kl. 11.35.

     

    Kl. 11.35 komu Noomi Gregersen og Jógvan D. Hansen limir í Etiska Ráðnum á fundin.

    Tey fóru av fundinum kl. 11.50.

     

    Kl. 11.55 kom Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í Javnstøðunevndini, saman við Brandi Mortensen Nolsøe, skrivara, á fundin.

    Tey fóru av fundinum kl. 12.20.


    Málið varð umrøtt.

  4. LM-091/2023 Uppskot til løgtingslóg um pantskipan fyri íløt
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-112/2023 Uppskot til løgtingslóg um at verja ófødda barnið

    Løgtingsmálini LM-088/2023 og LM-112/2023 vórðu viðgjørd undir einum.

  6. LM-090/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Framleiðsla og søla av el og fjarhita)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-092/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Hækkan av útgjaldshámarkinum, barsilspeningur til nýútbúgvin o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:30