Gerðabók: 22. vinnunevndarfundur

Fundur 22/2023

Vinnunevndin

Ár 2024, mánadagin hin 6. mai, kl. 09:53, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-081/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Nútímansgerð og nágreinan av orðskiljingum, broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum, skeið um rúsdrekka og ferðslu verður víðkað til eisini at fevna um rúsevni, seta bann fyri nýtslu av øðrum lítlum motordrivnum akførum á øki, har ferðslulógin er galdandi, viðvirkan av dómsmonnum o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-097/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum (Ásetingar í sambandi við kanningar av vanlukkum á sjónum, talgilt samskifti, sjóuppmerking, gjald fyri sýn o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-098/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-099/2023 Uppskot til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin)

    Málið varð umrøtt

  5. LM-103/2023 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um rúsevnakoyring og møguleikan at avgreiða mál við fráboðan)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-117/2023 Uppskot til løgtingslóg um tøkugjald

    Fyri Bakkafrost komu Regin Jacobsen, stjóri, og Høgni Dahl Jacobsen, fíggjarstjóri, á fund kl. 10.15. Fóru av fundi kl. 10.55.

    Fyri Hiddenfjord kom Atli Gregersen, stjóri, á fund kl. 10.55. Fór av fundi kl. 11.40.

    Fyri Mowi kom Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, á fund kl. 11.40. Fór av fundi kl. 12.15.

    Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum Høgni Hoydal kom saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Ragnfríð Nord Anthoniussen, fulltrúa, og Johannes Pauli Poulsen, fulltrúa, á fund kl. 12.15. Fóru av fundi kl. 13.00

Fundurin lokin kl. 15:06