Gerðabók: 4. fíggjarnevndarfundur
Fíggjarnevndin
Ár 2025, hósdagin hin 23. oktober, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.
Stað: Fundarhøli 3
- Hallur Markná
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-008/2025 Uppskot til samtyktar um skattafrítøku fyri hjálpararbeiði
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-012/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum (Prosjektera næsta byggistig fram til útboð)
Kl. 9.40 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni N. Joensen, saman við Oystein Sørensen, fíggjarfulltrúa, fyri Landsverk Marjun Thomassen, stjóri, Kristian Mohr Heen, fulltrúi, og Bárður í Baianstovu, arkitektur, og fyri Fróðskaparsetrið Johan Hansen, fyrisitingarstjóri, og Ólavur Ellefsen, stýrisformaður.
Tey fóru av fundi kl. 10.03.
Málið varð viðgjørt og gjørt varð av at skriva álit.
-
- LM-015/2025 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-016/2025 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2025-2 (Heystumfarið)
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
Fundurin lokin kl. 10:56