Gerðabók: 3. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 3/2025

Trivnaðarnevndin

Ár 2025, hósdagin hin 23. oktober, kl. 09:27, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-005/2025 Uppskot til samtyktar um fíggjarligt ískoyti til persónar yngri enn 15 ár til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-007/2025 Uppskot til samtyktar um at gera eina rehabiliterings- og endurvenjingarlóg fyri Føroyar og stovna eitt endurvenjingarsentur

    Fyri Kommunufelagið komu Torbjørn Jacobsen, forfólk, Elsa Berg, næstforfólk, Eyðun Christiansen, stjóri og Eyðfríð Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri í Tórshavnar kommunu, á fund kl. 9.45. Fóru av fundi kl.10.05

    Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, kom saman við Eyðuni Mohr Hansen, aðalstjóra, Ann Kristinu Svabo Simonsen, fulltrúa, Astu Marjunardóttir, tænastustjóra í Almannaverkinum, og Súsannu Nordendal, virkandi fyrisitingarstjóra á Almannaverkinum, á fund kl. 10.10. Fóru av fundi kl. 10.30.

    Landsstýriskvinna í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, kom saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, Biritu Ludvíksdóttir, løgfrøðiligum ráðgeva, Alexandru á Dul, stjóra fyri Klaksvíkar sjúkrahús og Gunnvá Guttesen, varastjóra á Landssjúkrahúsinum, á fund kl. 10.30. Fóru av fundi kl. 11.00.

  3. LM-013/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov om sundhedsvæsenet på Færøerne (Udvidelse af Hjemmestyrets muligheder for at fastsætte regler om adgangen til ydelser i sundhedsvæsenet på Færøerne)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-021/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Almannalógin) (Hækking av hægst møguliga endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:05