Gerðabók: 5. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 5/2025

Trivnaðarnevndin

Ár 2025, hósdagin hin 6. november, kl. 09:25, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-007/2025 Uppskot til samtyktar um at gera eina rehabiliterings- og endurvenjingarlóg fyri Føroyar og stovna eitt endurvenjingarsentur
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-021/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Almannalógin) (Hækking av hægst møguliga endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-022/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar (Ásetan av pensjón eftir forvunnari inntøku undanfarnar mánaðir, innvinnan av pensjónsrætti, tillaging av rætti til pensjón í sambandi við deyða o.a.)

    Vegna Áhugabólk pensjonista komu Ingrid Henriksen, Bozena Rasmussen, Jóhan Carl Dam og Eyðun Ellendersen á fund kl. 9.40. Fóru av fundi kl. 10.00.

    Fyri Áhugafelagið Antares komu Petur Mohr, kassameistari, og Jóan Pauli Jespersen, 2. skrivari, á fund kl. 10.00. Fóru av fundi kl. 10.20.

  4. LM-026/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed og sundhedsloven (Indførelse af et forbeholdt virksomhedsområde for sygeplejersker og specialsygeplejersker, udvidelse af jordemødres og tandplejeres forbeholdte virksomhedsområde og mulighed for generelt informeret samtykke til mindre behandlinger af varigt inhabile patienter)

    Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, kom saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, og Andreas Sjóvará, fulltrúa, á fund kl. 10.20. Fóru av fundi kl. 10.40.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Fundurin lokin kl. 10:43