Gerðabók: 7. fíggjarnevndarfundur

Fundur 7/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2025, hósdagin hin 6. november, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-008/2025 Uppskot til samtyktar um skattafrítøku fyri hjálpararbeiði
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-009/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Árlig javning av landsskattastiganum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-015/2025 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2026
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-017/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Hækking av barnafrádráttinum – fylgilógaruppskot til FLU 2026)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-018/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026)

    Kl. 9.40 kom á fund fyri Krabbameinsfelagið Durita Tausen.

    Hon fór av fundi kl. 10.00.


    Kl. 10.00 kom á fund fyri Handilsvinnufelagið Eyðvør Berg, forkvinna, Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur, Alvi Hjelm, ráðgevi og skrivari, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

    Tey fóru av fundi kl. 10.23.


    Kl. 10.26 komu á fund fyri Búskaparráðið Johnny í Grótinum, formaður, og Malan Óladóttir á Dunga, skrivari.

    Tey fóru av fundi kl. 10.36.


    Kl. 10.40 kom á fund landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, og fyri Heilsustýrið Guðrið Andorsdóttir, fyribilssettur stjóri, og Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari.

    Tey fóru av fundi kl. 10.57.


    Kl. 11.46 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, Jákup Eyðfinn Kjærbo, ráðgeva, og Djóna Højgaard, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 12.12.

  6. LM-019/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (MVG frítøka fyri epli, grønmeti og barnablæur og broyttar MVG-reglur fyri brúktar leigubilar- fylgilógaruppskot til FLU 2026)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-027/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Um støðuna hjá grunninum sum almennur grunnur, rentufrítt og avdráttarfrítt lán til P/F Vága Floghavn og P/F Suðuroyartunnilin o.a.)

    Innkallingar vórðu avtalaðar.

  8. Fundur niðurlagdur 06/11 kl. 11:00

    Fundur uppafturtikin 06/11 kl. 11:46

Fundurin lokin kl. 12:37