Gerðabók: 6. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 6/2025

Trivnaðarnevndin

Ár 2025, týsdagin hin 11. november, kl. 09:26, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-007/2025 Uppskot til samtyktar um at gera eina rehabiliterings- og endurvenjingarlóg fyri Føroyar og stovna eitt endurvenjingarsentur
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-022/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar (Ásetan av pensjón eftir forvunnari inntøku undanfarnar mánaðir, innvinnan av pensjónsrætti, tillaging av rætti til pensjón í sambandi við deyða o.a.)

    Fyri Landsfelag Pensjónista komu Beate L. Samuelsen, forkvinna, Gunnleyg Durhuus, skrivari og samskipari, og Alfred Olsen, nevndarlimur, á fund kl. 9.40. Fóru av fundi kl. 10.00.

    Vegna felagið Føroyskir fiskimenn uttanlands komu Einar Martin Hammer, formaður, Jón Sigurd Samuelsen, kassameistari, Meinhard P. Jacobsen, nevndarlimur, og Andy Knudsen, limur í felagnum á fund kl. 10.00. Fóru av fundi kl. 10.30.

    Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, Heri Petersen, fulltrúi, og frá Almannaverkinum Palli Mortensen, deildarleiðari, Leif Olsen, fulltrúi og Súsannu Nordendal, fyrisitingarstjóri, komu á fund kl. 10.30. Fóru av fundi kl. 11.30.

  3. LM-026/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed og sundhedsloven (Indførelse af et forbeholdt virksomhedsområde for sygeplejersker og specialsygeplejersker, udvidelse af jordemødres og tandplejeres forbeholdte virksomhedsområde og mulighed for generelt informeret samtykke til mindre behandlinger af varigt inhabile patienter)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-029/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (Stuðul til avlamisakfør)

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  5. LM-030/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Heitið á løgtingslógini verður broytt, løgtingslógin fær stytt heiti, ein tøknilig broyting, og reglur um endurgjald til smærri vinnurekandi fyri lønarútreiðslur til starvsmenn, sum hava verið óarbeiðsførir vegna sjúku longur enn 4 vikur)

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  6. LM-035/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed og forskellige andre love og om ophævelse af lov om psykologer m.v. (Sundhedsfaglig autorisation af psykologer, anbefalinger fra taskforce om udenlandsk arbejdskraft og ændring af gebyrer for autorisation af sundhedspersoner)

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  7. LM-037/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Ábyrgdin av dagtilboðum og umlætting til fólk við demenssjúku undir fólkapensjónsaldur verður flutt til kommunurnar)

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  8. LM-041/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi

    Nevndin viðgjørdi innkallingar

  9. Fundur uppafturtikin 13/11 kl. 09:52

Fundurin lokin kl. 11:55