Gerðabók: 8. trivnaðarnevndarfundur
Trivnaðarnevndin
Ár 2025, týsdagin hin 18. november, kl. 09:33, var fundur í Trivnaðarnevndini.
Stað: Fundarhøli 2
- Poula Árnadóttir Lervig
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-041/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi
Fyri Áhugafelagið Antares komu Magni Skaale, formaður, Petur Mohr, kassameistari og Ragnar Mouritsen, limur í felagnum, á fund kl. 9.40. Fóru av fundi kl. 10.15.
Fyri felagið Føroyskir fiskimenn uttanlands komu Einar Martin Hammer, formaður, Andy Knudsen, limur í felagnum, og Henry Clementsen, tiltakslimur í nevndini, á fund kl. 10.15. Fóru av fundi kl. 10.30.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum kom saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, Jákup Eyðfinni Kjærbæk, løgfrøðiligum ráðgeva, Poulu á Líðarenda, deildarstjóra á TAKS, og Rúnu F. Guttesen, ráðgeva á TAKS, á fund kl. 10.30. Fóru av fundi kl. 11.00
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen kom saman við Jan Simonsen, deildarstjóra, Biritu Ludvíksdóttir, løgfrøðiligum ráðgeva, Poulu á Líðarenda, deildarstjóra á TAKS og Rúnu Fossdal Guttesen, ráðgeva á lógardeildini hjá TAKS, á fund kl. 11.00. Fóru av fundi kl. 11.15.
Fundur uppafturtikin 20/11 kl. 10:29
Fundurin lokin kl. 11:43