Gerðabók: 9. trivnaðarnevndarfundur
Trivnaðarnevndin
Ár 2025, hósdagin hin 20. november, kl. 10:05, var fundur í Trivnaðarnevndini.
Stað: Fundarhøli 2
- Poula Árnadóttir Lervig
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-030/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Heitið á løgtingslógini verður broytt, løgtingslógin fær stytt heiti, ein tøknilig broyting, og reglur um endurgjald til smærri vinnurekandi fyri lønarútreiðslur til starvsmenn, sum hava verið óarbeiðsførir vegna sjúku longur enn 4 vikur)
Fyri Vinnuhúsið komu Bára Gunnarsdóttir, ráðgevi, og Alvi Hjelm, ráðgevi, á fund kl. 11.15. Fóru av fundi kl. 11.30.
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, kom saman við Hera Petersen, fulltrúa, og Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa, á fund kl. 11.30. Fóru av fundi kl. 12.00.
-
- LM-035/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om ændring af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed og forskellige andre love og om ophævelse af lov om psykologer m.v. (Sundhedsfaglig autorisation af psykologer, anbefalinger fra taskforce om udenlandsk arbejdskraft og ændring af gebyrer for autorisation af sundhedspersoner)
Fyri Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar komu Tóra Lútzen, forkvinna, og Birita Lamhauge Jóansdóttir, nevndarlimur, á fund kl. 10.30. Fóru av fundi kl. 11.15.
Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, kom saman við Biritu Ludvíksdóttir, løgfrøðiligum ráðgeva, á fund kl. 12.00. Fóru av fundi kl. 12.20.
-
- LM-041/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi
- Málið varð ikki viðgjørt.
Fundurin lokin kl. 12:24