Gerðabók: 7. rættarnevndarfundur

Fundur 7/2025

Rættarnevndin

Ár 2025, týsdagin hin 25. november, kl. 10:02, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-011/2025 Uppskot til løgtingslóg um sterilisatión og kastratión (Sterilisatiónslógin)

    Málið varð umrøtt.

    Álitið í málinum var undirskrivað.

  2. LM-014/2025 Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)

    Álitið í málinum varð undirskrivað.

  3. LM-023/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Lækka inngjaldið til Vinnusjúkugrunnin og víðka virkisøkið hjá Vinnusjúkugrunninum)

    Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Margit Stórá, kom á fundin kl. 10.15 saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra, Súsannu Dal Jákupsdóttir, fulltrúa og Astrid Reinert Øregaard, fulltrúa, í Umhvørvismálaráðnum.

    Landsstýriskvinnan og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 10.30.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

  4. LM-031/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um revsing (Revsilógin) (Sektir fara sum høvuðsregla í landskassan)

    Løgtingsmálini 31/2025 og 32/2025 vórðu viðgjørd undir einum.

    Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, kom á fundin kl. 10.35 saman við Nellu Festirstein, aðalstjóra í Løgmálaráðnum.

    Tey fóru av fundinum kl. 10.50.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málunum.

  5. LM-032/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum løgtingslógum í sambandi við at ávísar sektir fara í landskassan (Fylgibroytingar til broyting í revsilógini § 50, stk. 1)

    Sí viðmerkingarnar til løgtingsmál 31/2025.

  6. LM-024/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at seta upp vakmyndatól)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:10