Gerðabók: 4. vinnunevndarfundur

Fundur 4/2025

Vinnunevndin

Ár 2025, mikudagin hin 26. november, kl. 08:57, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. 2. viðgerð LM-006/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) (Burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið, TAKS fær heimild at krevja upplýsingar, roknskapartilfar o.tíl., ásetingar um rentu, innheintan, panting og afturhald í inntøku verða settar inn, broytt revsiáseting o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. 2. viðgerð LM-033/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga (PIE-fyriskipanin) og løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin) (Fylgibroytingar í sambandi við, at nýggj ársroknskaparlóg verður sett í gildi o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. 2. viðgerð LM-038/2025 Uppskot til løgtingslóg um ársroknskap (Ársroknskaparlógin)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-042/2025 Uppskot til samtyktar um at loyva tvítroli til fiskiskap undir Føroyum

    Kristian Karl Eliasen, skipari, møtti á fundi kl. 9.10. Fór av fundi kl. 9.45.

    Fyri P/F Vónin kom Kristen Friis, søluleiðari, á fund kl. 9.45. Fór av fundi kl. 10.10.

    Fyri P/F Va Fish kom Tummas Henriksen, stjóri, á fund kl. 10.10. Fór av fundi kl. 10.40.

    Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum Jóhan Christiansen kom saman við Elin Mortensen, aðalstjóra, Jens Helga Toftum, ráðgeva, Símun Grønadal, fulltrúa, Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni og Petur Steingrund, fiskifrøðingi, á fund kl. 10.40. Fóru av fundi kl. 12.10.

  5. LM-046/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Flyting av fiskidøgum til árið eftir verður víðkað til eisini at fevna um bólk 5)

    Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum Jóhan Christiansen kom saman við Elin Mortensen, aðalstjóra, Jens Helga Toftum, ráðgeva, Símun Grønadal, fulltrúa, Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni og Petur Steingrund, fiskifrøðingi, á fund kl. 10.40. Fóru av fundi kl. 12.10.

Fundurin lokin kl. 12:26