Gerðabók: 5. mentanarnevndarfundur
Mentanarnevndin
Ár 2025, mikudagin hin 26. november, kl. 09:30, var fundur í Mentanarnevndini.
Stað: Fundarhøli 3
- Hallur Markná
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-048/2025 Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Javnseting av øðrum ansingarloysnum við kommunalu ansingarstovnarnar)
Kl. 9.42 kom á fund fyri Javnstøðunevndina Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari.
Hann fór av fundi kl. 10.08.
Kl. 10.08 kom á fund fyri Føroya Pedagogfelag Birita Hammer Jacobsen, umsitingarleiðari.
Hon fór av fundi kl. 10.20.
Kl. 10.20 kom á fund fyri Vinnuhúsið Niels Winther, stjóri.
Hann fór av fundi kl. 10.34.
Kl. 10.40 komu á fund fyri Kommunufelagið Eyðun Christiansen, stjóri, Janus Haraldsen, løgfrøðingur, og Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur.
Teir fóru av fundi kl. 11.02.
Kl. 11.02 kom á fund fyri Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar Tóra Lützen, forkvinna.
Hon fór av fundi kl. 11.27.
Kl. 11.27 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og fyri Gigni Sólrun Foldbo, fakligur stjóri, og Lillian Bjarnadóttir Poulsen, varaleiðari.
Tey fóru av fundi kl. 11.45.
-
Fundurin lokin kl. 11:51