Gerðabók: 23. fíggjarnevndarfundur

Fundur 23/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2026, fríggjadagin hin 9. januar, kl. 10:00, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-034/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggáva á almannaøkinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-039/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avtøka av stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-040/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-047/2025 Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-049/2025 Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til vaksin við autismu við Rygsá á Argjum

    Kl. 11.15 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarstjóra, Lív Patursson, fulltrúa, og Birnu Steingrímsdóttir, fulltrúa, og fyri Almannaverkið Hjørdis S. Mortensen, stjóri, og fyri Landsverk Marjun Thomassen, stjóri, Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, og Heini Egholm, byggifrøðingur.


    Tey fóru av fundi kl. 11.58.

  6. LM-057/2025 Uppskot til løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum

    Kl. 10.30 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, og Sjúrði Simonsen, fulltrúa, og fyri Landssjúkrahúsið, Per Busk, virkandi stjóri, og fyri Landsverk Marjun Thomassen, stjóri, Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, og Heini Egholm, byggifrøðingur.


    Tey fóru av fundi kl. 11.15.

  7. LM-064/2025 Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya

    Kl. 10.05 kom á fund landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra, og fyri Listasavnið Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, og Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, og fyri Landsverk Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari, og Rói H. L. Stakksund, byggifrøðingur.

    Tey fóru av fundi kl. 10.25.

  8. LM-066/2025 Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  9. LM-067/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. (67 ára pensjónsaldurin hjá landsstýrisfólki eftir gomlu skipanini fylgir fólkapensjónsaldri)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:10