Gerðabók: 8. mentanarnevndarfundur

Fundur 8/2025

Mentanarnevndin

Ár 2026, mánadagin hin 12. januar, kl. 09:30, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-050/2025 Uppskot til løgtingslóg um miðlastuðul (Miðlastuðulslógin)

    Kl. 9.40 komu á fund fyri Føroysk Miðlafólk Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, og Georg L. Petersen, næstformaður.

    Teir fóru av fundi kl. 10.02


    Kl. 10.02 komu á fund fyri Føroya Blaðútgevarafelag Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og Jonhard Hammer, blaðstjóri á Dimmalætting.

    Teir fóru av fundi kl. 10.23.


    Kl. 10.25 komu á fund fyri Portal.fo Sverri Egholm, ábyrgdarstjóri, fyri FM1 Durita Adela Joensen, ábyrgdarstjóri, fyri Alduna Símun Jóannesarson Hansen, eigari, fyri JN.fo Jóanis Albert Nielsen, miðlafólk, fyri VP.fo Gunnar Skúvadal, stjóri, og fyri Eysturoyarportalin Hans Jacob á Líknargøtu, stjóri.

    Tey fóru av fundi kl. 11.00.


    Kl. 11.10 komu á fund fyri Miðlastuðulsnevndina Lív Krogh Arge, forkvinna, Ingibjørg Berg, nevndarlimur, og John Johannesen, nevndarlimur.

    Tey fóru av fundi kl. 11.35.


    Kl. 11.35 kom á fund landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum Sirið Stenberg, saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra.

    Tey fóru av fundi kl. 12.03.

  2. LM-065/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. (Flyta stuðulin til yrkisleiklist til Mentanargrunn Landsins, áseting um varalimir og aðrar smærri broytingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 12:05