Gerðabók: 24. fíggjarnevndarfundur
Fíggjarnevndin
Ár 2026, mánadagin hin 12. januar, kl. 12:35, var fundur í Fíggjarnevndini.
Stað: Fundarhøli 1
- Hallur Markná
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-047/2025 Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-049/2025 Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til vaksin við autismu við Rygsá á Argjum
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-057/2025 Uppskot til løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-066/2025 Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum
Kl. 12.40 kom á fund løgmaður, Aksel V. Johannesen, saman við John Rajani, løgmansstjóra, Flóvin Eidesgaard, búskaparráðgeva, Doris Bjarkhamar, ráðgeva, Sjúrði Rasmussen, ráðgeva, og Dan Knudsen, fulltrúa, og fyri serfrøðingabólkin Klæmint Eliasen, Jákup Martin Kjeld, Kim K. Hansen og Jan Odmarsson.
Umboðini fyri serfrøðingabólkin fóru av fundi kl. 13.15 og á fund komu fyri P/F Suðuroyartunnilin Bergur Poulsen, formaður, Teitur Samuelsen, stjóri, og Einar Brimnes, ráðgevi.
Løgmaður við embætisfólki og umboðini fyri P/F Suðuroyartunnilin fóru av fundi kl. 14.00.
Kl. 14.00 komu á fund fyri Sands kommunu Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri, og kommunustýrislimirnir Bjarki Henriksen, Gunn Dania Sundstein, Rúni Winther, Poul Clementsen, og Hallur Jensen.
Tey fóru av fundi kl. 14.20.
Kl. 14.25 komu á fund fyri tunnilsáhugabólkin Jón Sigurdsson, Kristian Stórhamar og Mourits Joensen.
Teir fóru av fundi kl. 15.20.
Kl. 15.20 kom á fund landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, Hilmari Høgenni, deildarstjóra, og Pæturi á Borg, fulltrúa, og fyri Umhvørvisstovuna Sigurð í Jákupsstovu, stjóri, Sigga Jacobsen, deildarleiðari, og Helena Davidsen, fyrisitingarfólk.
Tey fóru av fundi kl. 15.45.
Kl. 15.45 kom á fund landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra og Duritu Poulsen, fulltrúa, og fyri Jarðfeingi Heri Ziska, jarðfrøðingur, og Uni Árting, jarðfrøðingur.
Tey fóru av fundi kl. 16.22.
Kl. 16.22 kom á fund landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, saman við Bjarna Askham Bjarnasson, aðalstjóra, Atla Leo, ráðgeva, Atla Eiriksson, ráðgeva, og Tórir Michelsen, fulltrúa, og fyri Landsverk Marjun Thomassen, stjóri, Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðari, og Fríðrikur Heinesen, sivilverkfrøðingur.
Umboðini fyri Landsverk fóru av fundi kl. 16.48.
Landsstýriskvinnan við embætisfólki fór av fundi kl. 17.10.
Fundurin lokin kl. 17:24