Gerðabók: 9. mentanarnevndarfundur
Mentanarnevndin
Ár 2026, týsdagin hin 13. januar, kl. 12:35, var fundur í Mentanarnevndini.
Stað: Fundarhøli 3
- Karlot Hergeirsson
- Uni Holm Johannesen
- Jóhannis Joensen
- Erling Eidesgaard
- Magnus Rasmussen
- Bárður á Lakjuni
- Hallur Markná
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-050/2025 Uppskot til løgtingslóg um miðlastuðul (Miðlastuðulslógin)
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-065/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. (Flyta stuðulin til yrkisleiklist til Mentanargrunn Landsins, áseting um varalimir og aðrar smærri broytingar)
Kl. 12.50 komu á fund fyri Leiklistaráðið Rønn Eliasen, forkvinna, og Harald Thompson Rosenstrøm, skrivari.
Tey fóru av fundi kl. 13.10.
Kl. 13.10 kom á fund fyri Leikarafelag Føroya Marita Dalsgaard, nevndarlimur.
Hon fór av fundi kl. 13.36.
Kl. 13.38 komu á fund fyri Palllistafelag Føroya Annfinnur Heinesen, formaður, og Kristina Sundar Hansen, nevndarlimur.
Tey fóru av fundi kl. 14.03.
Kl. 14.03 komu á fund fyri Teatur Grugg Súsanna Tórgarð og Ria Tórgarð og fyri Leikhús SKIFT Marita Dalsgaard.
Tær fóru av fundi kl. 14.33.
Málið varð viðgjørt. Fleiri innkallingar vórðu avtalaðar.
-
Fundurin lokin kl. 15:04