Gerðabók: 25. fíggjarnevndarfundur

Fundur 25/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2026, mikudagin hin 14. januar, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-034/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggáva á almannaøkinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-039/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avtøka av stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-040/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-047/2025 Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-049/2025 Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til vaksin við autismu við Rygsá á Argjum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-057/2025 Uppskot til løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-064/2025 Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-066/2025 Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum

    Kl. 9.44 komu á fund fyri Hvalbiar kommunu Poul Laust Christiansen, varaborgarstjóri, Jónfinn Poulsen, bygdaráðslimur, og Jóhannes Liasson Rasmussen, bygdaráðslimur.

    Teir fóru av fundi kl. 10.00.


    Kl. 10.00 kom á fund Jóhannes Liasson Rasmussen.

    Hann fór av fundi kl. 10.18.


    Kl. 10.20 komu á fund fyri Húsavíkar kommunu Anna Paulina Olsen, borgarstjóri, og Dávur Sørensen, kommunustýrislimur.

    Tey fóru av fundi kl. 10.45.


    Kl. 10.45 komu á fund Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag Birgith Lassen, fyri Hagafelagið Eyðun Húsgarð, næstformaður, fyri Veltuna Gunnar Bjarnasson og fyri Føroya Fuglafrøðifelag Silas Olofsson.

    Kl. 11.01 kom fyri Føroya Sílaveiðifelag Jóhan Mortensen á fund og fór av fundi kl. 11.22.

    Hini fóru av fundi kl. 11.37.


    Kl. 11.37 kom á fund Silas Olofsson, fuglakønur.

    Hann fór av fundi kl. 12.03.


    Kl. 12.06 kom á fund fyri Skúvoyar kommunu Jóanis í Hoygarðinum, borgarstjóri.

    Hann fór av fundi kl. 12.33.


    Málið varð viðgjørt.

  9. LM-067/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. (67 ára pensjónsaldurin hjá landsstýrisfólki eftir gomlu skipanini fylgir fólkapensjónsaldri)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 13:53