Gerðabók: 26. fíggjarnevndarfundur
Fíggjarnevndin
Ár 2026, hósdagin hin 22. januar, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.
Stað: Fundarhøli 3
- Eyðgunn Samuelsen
- Beinir Johannesen
- Bjarni Hammer
- Magnus Rasmussen
- Hanna Jensen
- Erling Eidesgaard (Fyri: 'Hervør Pálsdóttir')(varalimur)
- Jenis av Rana(varalimur)
- Hallur Markná
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-047/2025 Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-057/2025 Uppskot til løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-066/2025 Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum
Kl. 9.40 komu á fund fyri Landsbankan Malan Johansen, stjóri og Kári Petersen, ráðgevi.
Tey fóru av fundi kl. 10.17.
Kl. 10.17 komu á fund fyri Búskaparráðið Johnny í Grótinum, formaður, og Malan á Dunga, skrivari.
Tey fóru av fundi kl. 10.48.
Kl. 10.48 kom á fund landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Torkil V. Rasmussen, deildarstjóra, og fyri Tjóðsavnið, Herleif Hammer, stjóri.
Torkil V. Rasmussen og Herleif Hammer fóru av fundi kl. 11.04 og á fund komu fyri Uttanríkis- og mentamálaráðið Hilmar Høgenni, deildarstjóri, og fyri Umhvørvisstovuna Sigurð í Jákupsstovu, stjóri, og Sigga Jacobsen, deildarleiðari.
Landsstýriskvinnan við embætisfólkum og umboðum fyri Umhvørvisstovuna fór av fundi kl. 11.31.
Fundurin lokin kl. 12:09