Gerðabók: 10. Rættarnevndarfundur
Rættarnevndin
Ár 2026, týsdagin hin 10. februar, kl. 09:15, var fundur í Rættarnevndin .
Stað: Fundarhøli 1
- Helgi Abrahamsen
- Erling Eidesgaard
- Kristianna Winther Poulsen
- Henrik Old
- Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
- Steffan Klein Poulsen
- Jóhanna Arge
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-052/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Atgongd hjá ríkismyndugleikum til upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum)
Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, kom á fundin kl. 9.35 saman við Hilmar Høgenni, deildarstjóra í uttanríkis- og mentamálum og Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni.
Landsstýriskvinnan fór av fundinum kl. 9.45.
Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.
-
- LM-062/2025 Uppskot til samtyktar um almannakunngering av valúrslitum
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, kom á fundin kl. 9.50 saman við Bjarna Askham Bjarnason, aðalstjóra, og Jógvan Martin Joensen og Eli Christiansen, fulltrúum í Fíggjarmálaráðnum.
Landsstýriskvinnan fór av fundinum kl. 10.10.
Málið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.
-
- LM-061/2025 Uppskot til samtyktar um fíggjarligan styrk í sambandi við barnsburð
Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, kom á fundin kl. 10.15 saman Astrid Reinert Øregaard, virkandi deildarstjóra í almanna- og heilsumálaráðnum, Lilian Kjærbo, deildarleiðara á Barsilsskipanini og Birtu Biskopstø, deildarstjóri hjá TAKS.
Landsstýriskvinnan fór av fundinum kl. 10.35.
Uppskotið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.
-
- LM-053/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli)
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, kom á fundin kl. 10.35 saman við Johan Rajani, løgmansstjóra, Nellu Festirstein, løgfrøðiligum ráðgeva og Mariu Vang, fulltrúa á Løgmansskrivstovuni.
Løgmaður fór av fundinum kl. 11.10.
Uppskotið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.
-
- LM-054/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf (Ajourføring af retsplejelov for Færøerne)
Løgmaður, Aksel V. Johannesen, kom á fundin kl. 10.35 saman við Johan Rajani, løgmansstjóra, Nellu Festirstein, løgfrøðiligum ráðgeva og Mariu Vang, fulltrúa á Løgmansskrivstovuni.
Løgmaður fór av fundinum kl. 11.10.
Uppskotið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.
-
- LM-063/2025 Uppskot til løgtingslóg um at seta bindandi veðurlagsmál (Veðurlagslógin)
Uppskotið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at gera innkallingar í málinum.
-
- LM-074/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt (Ásetan av panti og rakstrargjaldi tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara)
Uppskotið varð umrøtt, og nevndin gjørdi av at kalla landsstýriskvinnuna á fund við nevndina.
-
Fundurin lokin kl. 12:10