Gerðabók: 11. Rættarnevndarfundur

Fundur 11/2025

Rættarnevndin

Ár 2026, týsdagin hin 17. februar, kl. 09:16, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-063/2025 Uppskot til løgtingslóg um at seta bindandi veðurlagsmál (Veðurlagslógin)

    Jón Kragesteen, formaður í Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag kom á fundin kl. 9.30 saman við Aneliu Philbrow, nevndarlimi og Birgith Lassen, aðalskrivara.

    Tey fóru av fundinum kl. 9.55.


    Jan Müller, stjóri í Føroya Orkuídnaðarbólki (FOÍB) kom á fundin kl. 9.55 saman við Tommy Petersen, løgfrøðingi og ráðgeva.

    Teir fóru av fundinum kl. 10.15.


    Ben Arabo kom á fundin kl. 10.15 og fór av fundinum kl. 10.40.


    Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, kom á fundin kl. 10.40 saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra og Elin Mortensen, deildarstjóra í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum og Karin M. H. Larsen, deildarleiðara, Ph.D, havfrøðingi og Ian Salter, granskara, Ph.D, havevnafrøðingi á Havstovuni.

    Landsstýrismaðurin og embætisfólkini fóru av fundinum kl. 11.

  2. LM-052/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Atgongd hjá ríkismyndugleikum til upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum)

    Álitið í málinum varð undirskrivað.

  3. LM-054/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf (Ajourføring af retsplejelov for Færøerne)

    Álitið í málinum varð undirskrivað.

  4. LM-024/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at seta upp vakmyndatól)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-053/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-061/2025 Uppskot til samtyktar um fíggjarligan styrk í sambandi við barnsburð
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-062/2025 Uppskot til samtyktar um almannakunngering av valúrslitum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-074/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt (Ásetan av panti og rakstrargjaldi tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara)
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:00