Hvussu verður løgtingsformaður valdur?

Tá nývalda løgtingið hevur góðkent valbrøvini, verða løgtingsformaður og næstformaður vald. Tingið velur fyrst løgtingsformann uttan umrøðu ella nevndarviðgerð. Tá løgtingsformaðurin er valdur, tekur viðkomandi við beinanveg og hevur fullar heimildir at skipa tingarbeiði.

Síðan tilnevna flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi, uttan flokkurin, sum løgtingsformaðurin er úr, eftir stødd tingfólk til fyrsta, annað og triðja næstformann. Stendur á jøvnum í tingmannatali millum flokkarnar, ræður lutakast. Løgtingsformaður og næstformaður sita alt valskeiðið, uttan so at tey sjálvboðin leggja frá sær, ella fýra fimtingar av øllum tingfólkunum, tvs. minst 27 tingfólk, skrivliga krevja nýval av formansskapi.