Flokkarnir á tingi

Seks flokkar eru umboðaðir á tingi í løtuni. Hesir eru: Fólkaflokkurin (A), Framsókn (F), Javnaðarflokkurin (C), Miðflokkurin (H), Sambandsflokkurin (B) og Tjóðveldi (E).

Eitt eyðkenni fyri føroyskan politikk er, at hann gongur eftir tveimum ásum: einum tjóðskaparligum í spurninginum millum Føroyar og Danmark og einum hugmyndafrøðiligum frá vinstru til høgru. Føroyska flokkaskipanin hevur sín uppruna í teirri spjaðing sum eftir 1900 kom í føroysku tjóðskaparrøsluna, ið tók seg upp í seinasta fjórðingi av 19. øld.

Flokkarnir í Løgtinginum eru skipaðir á ymsan hátt, men eins fyri allar er, at teir hava eina landsnevnd og ein tingbólk. Limirnir í landsnevndunum hjá flokkunum eru floksins meinigu limir, meðan tingbólkurin er limirnir í flokkinum, sum eru valdir í Løgtingið.

Flokkarnir skipa seg vanliga við einum tingbólkaforfólki á tingi. Tingbólkaforfólkið er sambindingarlið millum flokkin og løgtingsformannin soleiðis at skilja, at um forfólkið eitt nú ynskir at broyta mannagongdir, so verður hetta gjørt eftir samráð við tingbólkaforfólkið. Ynskir tingfólk ella flokkur broyting ella hevur eitthvørt at finnast at, eigur hetta at verða fráboðað umvegis tingbólkaforfólkið.

Hvør flokkur hevur floksskrivstovu og ein ella fleiri floksskrivarar, ið hjálpa tingbólkaforfólkunum við dagliga arbeiðinum í tingbólkinum. Flokkurin fær játtan til hetta arbeiðið eftir stødd av flokkum sambært reglugerð hesum viðvíkjandi.

Reglugerðin sæst her.

Floksforfólk Tingbólkaforfólk Floksskrivarar
Beinir Johannesen (A) Beinir Johannesen (A) Rebekka Manuela Behrens (A) 

Bárður á Steig Nielsen (B) Helgi Abrahamsen (B)

Reidar Nónfjall (B)
Annfinn Brekkstein (B)

Aksel Vilhelmson Johannesen (C) Eyðgunn Samuelsen (C)

Fróði Jacobsen (C)
Rigmor Dam (C)
Milia Egilsnes Anda(C)

Sirið Stenberg (E) Hervør Pálsdóttir (E) Heidi Lava Elgeirsdóttir (E)
Áki Andreasen (E)
Ruth Vang (F) Karlot Hergeirsson (F) Poul Clementsen (F)

Jenis av Rana (H) Jenis av Rana (H) Ólavur í Geil Andresen (H)