Formansskapur Løgtingsins

Løgtingið velur løgtingsformann og tríggjar næstformenn, sum mynda Formansskapin. Formansskapurin er hitt hægra fyriskipaða stýrið í Løgtinginum og umboðar tingið úteftir. Formansskapurin skal tryggja, at umsitingin virkar væl og tíðarhóskandi í allar mátar.
Formansskapurin hevur fund eftir tørvi og viðger ítøkilig mál, sum sambært Tingskipanini skulu leggjast fyri Formansskapin, mál av grundregluligum týdningi og/ella stórum týdningi, og mál, sum annars skulu verða viðgjørd eitt nú lønarviðurskifti hjá tingmonnum, spurningurin um at taka óárinið frá løgtingsmanni v.m.

Stjórin er skrivari hjá Formansskapinum

Val av løgtingsformanni og næstformonnum
Tá nývalda løgtingið hevur góðkent valbrøvini, verða løgtingsformaður og næstformenn valdir. Tingið velur fyrst løgtingsformannin uttan umrøðu ella nevndarviðgerð. Tá hesin er valdur, tekur hann við beinanveg og hevur fullar heimildir at skipa tingarbeiði. Síðan tilnevna flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi, uttan flokkurin, sum løgtingsformaðurin er úr, eftir stødd tingmann til 1., 2. og 3. Næstformann. Stendur á jøvnum í tingmannatali millum flokkarnar, ræður lutakast. Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið, uttan so at teir sjálvbodnir leggja frá sær, ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum, tvs. minst 27 tingmenn, skrivliga krevja nýval av formansskapi.