Samtykt á formansskapsfundi 25. januar 2000 og broytt 1. mars 2000, 13. mars og 19. november 2008, 18. februar 2016, 31. januar 2017, 22. januar 2020, 8. september 2022 og 17. desembur 2025
Til tess at betra um møguleikarnar hjá flokkunum á tingi at fremja arbeiði teirra í tinginum, herundir at seta floksskrivarar til tingbólkarnar, hevur formansskapur Løgtingsins við støði í játtan á fíggjarløgtingslógini við gildi frá 1. januar 2000 gjørt av at veita flokkunum stuðul til endamálið eftir hesum reglum:
§ 1. Hvør flokkur hevur rætt til árliga grundupphædd, sum er kr. 310.000,-.
Stk. 2. Harumframt hevur hvør flokkur rætt til kr. 70.000,- árliga fyri hvønn tingmann meira enn ein.
Stk. 3. Í sambandi við umrøðuna av fíggjarætlan Løgtingsins eftir § 84 í Tingskipanini mælir formansskapur Løgtingsins til, hvussu stuðulin eftir stk. 1 og 2 verður javnaður. Tilmæli verður gjørt við grundarlagi í lønar- og prísvøkstrinum í undanfarna ári.
§ 1a. Hvørt einstakt tingfólk hevur harumframt rætt til eina árliga upphædd, sum verður ásett av formansskapinum, at ráða yvir. Tingfólkið ger sjálvt av, hvørt tað fult ella lutvíst ynskir at nýta hendan stuðul til sín sjálvs, ella letur stuðulin til flokkin at ráða yvir sambært § 1. Fráboðan um møguliga flytan at stuðuli til flokkin skal vera latin umsiting tingsins innan 1. oktober.
Stk. 2. Upphæddin sambært stk. 1 kann nýtast til keyp av tænastum, fakligari hjálp ella til rindan av ráðstevnum og ferðum hjá tingfólkinum sjálvum, ið hava týdning fyri virksemið sum tingfólk.
Stk. 3. Í einum komandi valári ger løgtingsformaðurin av, hvussu stóran part av upphæddini sbrt. stk.1 ávikavist verandi og komandi tingmanning kann nýta. Boð um hetta verða send tingfólkum við ársbyrjan, ella tá val er útskrivað.
Stk. 4. Tá val er útskrivað, ber tingfólkum ikki longur til at nýta pening av persónligu játtanini, sum tey ikki frammanundan hava bundið seg til.
§ 2. Við flokk á tingi skilst flokkur, sum eftir § 15 í vallógini fekk umboð á Løgtingi á seinasta løgtingsvali. Við tingfólk eftir § 1a er at skilja tingfólk, sum er valt á ting ella tekur sæti fyri tingfólk, sum gerst landsstýrisfólk ella leggur tingsessin frá sær av aðrari orsøk.
Stk. 2. Tingfólk, sum ikki hoyra til flokk, sum lýkur krøvini í stk. 1, fáa bert stuðul eftir § 1, stk. 2 og § 1a.
Stk. 3. Broytingar í stuðlinum vegna broyting í talinum av tingfólkum í tingbólkinum fáa gildi frá 1. í mánaðinum eftir.
§ 3. Stuðulin verður umsitin av skrivstovu Løgtingsins.
Stk. 2. Tingbólkaformaðurin ella -forkvinnan hevur ábyrgdina av, at stuðulin verður umsitin sambært reglunum.
Stk. 3. Hvørt einstakt tingfólk hevur ábyrgdina av, at stuðul eftir § 1a verður umsitin sambært reglunum, og váttar einstøku rokningarnar samsvarandi ásetingini í § 5, stk. 2.
§ 4. Í minsta lagi helvtin av stuðlinum eftir § 1 skal nýtast til skrivarar, sum verða løntir samsvarandi sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 2. Upphæddin eftir stk. 1 skal umframt løn eisini fevna um fríðtíðarløn, arbeiðsmarknaðargjøld v.m.
Stk. 3. Tá flokkurin hevur sett skrivara, boðar tann, sum hevur ábyrgdina eftir § 3, stk. 2, umsitingini frá, hvør settur er, sambært hvørjum almennum sáttmála viðkomandi er løntur, og hvat arbeiðstíðin er sett til. Umsitingin avgreiðir síðan lønarboð til Gjaldstovuna.
§ 5. Stuðulin eftir § 1 verður brúktur til raksturin av floksskrivstovuni á tingi og til at tæna tingfólkum floksins.
Stk. 2. Allar rokningar skulu latast umsiting Løgtingsins, váttaðar av tí, sum hevur ábyrgdina eftir § 3, stk. 2. Skrivstovan avgreiðir síðan rokningarnar. Hvør tingbólkur fær regluliga yvirlit yvir nýtslu av stuðlinum seinastu tíðina og nýtslu í árinum.
Stk. 3. Um tingbólkurin í einum fíggjarári hevur brúkt meira enn tillutaða stuðulin, kann flokkurin rinda hendan stuðulin aftur, annars verður meirnýtslan drigin frá í stuðlinum fyri næsta fíggjarár.
§ 6. Stuðulin skal nýtast samsvarandi endamálsgreinini, og verður í hesum sambandi gjørt vart við:
§ 7. Roknskapurin verður grannskoðaður av grannskoðara tingsins.
§ 8. Um løgtingsval ella annað førir við sær, at stuðulsmóttakari ikki longur er umboðaður á tingi, verður stuðul til skrivara veittur í eitt tíðarskeið, sum samsvarar við uppsagnarfreistina í starvsmannalógini. Síðan skal ábyrgdarhavarin eftir § 3, stk. 2 gera upp, hvat nýtt er og, innan ein mánaði er farin frá løgtingsvalinum, lata aftur útgerð, sum er lánt.
Reglur um løn til floksskrivarar
Lønin til skrivarar verður ásett við grundarlagi í útbúgving, royndum og arbeiðstíð hjá skrivaranum.
Tá lønin verður ásett, eigur somuleiðis at verða tikin hædd fyri møguligari meirarbeiðsskyldu og arbeiði ólagaligar arbeiðstíðir.
Flokkarnir eru setanarmyndugleiki og avgera sjálvir lønirnar innan fyri omanfyrinevndu karmar, tó verður heitt á flokkarnar at ráðføra seg við løgtingsumsitingina, soleiðis at lønin av umsitingarligum orsøkum um gjørligt kann fáast at samsvara við lønarflokk, sum er skrásettur á Gjaldstovuni.
Á Løgtingi 17 desembur 2025
Bjørt Samuelsen
forkvinna
/
Johnhard Klettheyggj
stjóri